Tá ið meldurin í eitt bil steðgar á
og tú sært at
allur heimurin er ein pallur hjá tær
og hjá hinum

Ja, so er alt so broytt
vit eru bara menniskju, sum eru
saman her
og tú kanst vera tú
í hesari steinrunnu gomlu verð,
sum nú er

Klettarnir klovna tá brátt
álvar og trøll trína í dyr
og vit eru í heilt øðrum stað
hóast alt er tað sama sum var

Alt og onki er bara tað, sum tað er
í sær sjálvum
kastar afturskin, verða hugtøk í tær
og í hinum

Og alt er støðugt nýtt
vit eru bara menniskju, sum eru
saman her
og alt ber so væl til
í hesari steinrunnu gomlu verð,
sum nú er

Klettarnir klovna tá brátt
álvar og trøll trína í dyr
einglarnir vísa seg tá
at ganga ímillum okkum her
tey fornisku tysja tá fram
drekka sær sólargeislaskál
tey koma úr himli og hel
tey koma úr tær og so úr mær
og vit eru í heilt øðrum stað
hóast alt er tað sama sum var
og eg vakni og síggi av tær
eina vónríka sjón djúpt í mær