Hvørvisjónin sterk er
men nærveran er her
gjøgnum teg, eg ferðist nú
og tú ert mín

Jørðin er mítt heim í dag
hon er tað, sum er
heldur øllum saman her
tær og mær

Eitt stig á gangin er
heilt óendaligt
heilt óendaligt
her og nú
í dag

Kanska var tað tú
sum ikki tordi at
sum ikki tordi at
loypa út
júst nú
var tað tú

So eg flýggi aftur til
jørðina, sum er
fyribrigdini
eg kenni her
alt tað, sum er mítt
fái eg frá tær
bara vit bæði
í alla tíð

Landið handan tokuna
vísir seg nú har
var her alla tíðina
og kanska tú

Á jørðini skalt finna tað,
hjarta tínum kært,
sum øllum fólkum unnast ei
at finna her

Eitt stig á gangin er …